Fyri at fáa loyvi at bora eftir olju í føroysku undirgrundini, skal felagið, sum stendur fyri boringini, søkja um útleiðingarloyvi.
Jarðfeingi veitir boriloyvi, meðan Umhvørvisstovan veitir útleiðingarloyvi.
Umhvørvisstovan setir í loyvinum treytir til virksemið, t.d um hvørji sløg og hvussu nógv kann brúkast av kemikalium og um viðgerð av burturkasti.
Í úteiðingarloyvinum verður eisini sett krav um at gera árinskanningar av økinum, har borað verður. Útleiðingarloyvi verður veitt eftir leistinum hjá OSPAR.
Umsókn um útleiðingarloyvi skal sendast Umhvørvisstovuni í seinasta lagið tríggjar mánaðir áðrenn ætlanin er at fara undir at bora.
Use and Discharge of Offshore Chemicals. Requirements for Documentation
Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo